Edmund Williamson Joensen er settur í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Nólsoyar skúla.
Edmund W. Joensen, sum er 61 ára gamal, tók læraraprógv í Ribe Statsseminarium í Danmark í 1999. Hann hevur tikið onnur viðkomandi prógv eisini, t.d. prógv sum vegleiðari í OCN-skipanini, ið er ein serstøk skipan, sum serbreytirnar á miðnámi nýta, har førleikar verða skrásettir og stig verða givin.
Edmund W. Joensen hevur drúgvar royndir sum lærari, umframt ávísar leiðsluroyndir. Hann hevur starvast í fólkaskúlanum í mong ár, umframt innan miðnám, har hann arbeiddi á serbreytini á Kambsdali. Harumframt hevur hann virkað sum einalærari í eitt ár í Tjørnuvíkar skúla.