Edvard Heen gevst sum stjóri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Edvard Heen, ið hevur verið stjóri í Almannaverkinum síðan 1. juni 2014, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær við endanum av august. Tað skrivar in.fo.

Hann fer á pensjón, nú hann í gjár fylti 67 ár. Tað merkir, at Almannaverkið skal hava nýggjan stjóra..

Við drúgvum royndum innan leiðslu og búskap hevur Edvard Heen sett sín dám á stovnin. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur (Cand. Merc.) og hevur áður verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, fyritaksstjóri í Bank Nordik og stjóri í Bankenes Betalings Sentral í Noregi. Harumframt hevur hann arbeitt sum konsulentur innan strategi og broytingarleiðslu.

Edvard Heen er føddur og uppvaksin í Oslo í Noregi. Hann hevur tilsamans búð í Føroyum í 14 ár, og er føroyskt giftur.