Eftirlýsta gentan hevur tað gott

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya Politi sigur í morgun at samskifti hevur verið við gentuna, sum var eftirlýst í gjár. Hon hevur tað eftir umstøðunum gott. Føroya Politi takkar fyri alla hjálp í málinum.

Við atliti at persóninum og øðrum í málinum, ynskir løgreglan ikki at gera fleiri viðmerkingar um málið.

Tað var í gjár, at løgreglan eftirlýsti eina 14 ára gamla gentu, sum ikki var sædd síðan hósdagin. Seinni dagførdi løgreglan eftirlýsingina við boðunum, at Føroya Politi framvegis vildi vita, júst hvar gentan er.