

Stjórnin, politikkur á skák -Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi draga ikki somu línu..
24.05.2023Árni Gregersen, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen viðgera ymisk politisk mál í sendingini Stjórnin – politikkur á skák. Í dag byrjaðu teir við russarasáttmálanum og her voru Heðin og Torbjørn samdir í nøkrum og tó. Hvussu er við lønarlyftum, 37 tíma arbeiðsvika og haldføri í búðskapinum eru m.a. onnur evni, sum teir kjakaðust um.

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)
Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.