– Eg veit best!

Skrivað

Erling Eidesgaard

Dagfesting

Landsgrannskoðarin tekur feil!
Løgtingsgrannskoðararnir taka feil!
Løgtingsumsitingin tekur feil!
Landsstýrismálanevndin tekur feil!
Landsverk tekur feil!
Búskaparráðið tekur feil!
Landsbankin tekur feil!
Øll taka feil, uttan eg!
Eg veit best!

Hetta kundi næstan verið Donald Trump.

Og hetta er kanska eisini ein stormur á tað føroyska parlamentið. Har tingfólk og nevndir sita líkasæl og nikka, har fólk verða villeidd og har allar mannagongdir og allir stovnar verða settir til viks. Ja, har sjálvt vit og skil verða sett til viks.

Í Suðuroyartunnilsmálinum hevur hópin av serkunnleika og skilafólkum verið til hoyringar í Fíggjarnevndini, og skilagóðu úttalilsini hava verið mong í almenna rúminum. Men hóast løgtingslimir, hvør sær, ivaleyst eru samdir við nógvum av atfinningunum, so rínur ikki við. Tað verður hildið rimmarfast við ætlanina hjá Tunnilsfelagnum. Óansæð hvussu sundurlimað hon eftirhondini er. Tunnilsfelagið og Løgmaður høvdu longu skrivað manuskriptið alt og beinagrindina til meirilutaálitið hjá Fíggjarnevndini, áðrenn málið fór niðan í Løgtingið.

Í gongunum í Løgtinginum ganga ørkymlaðir politikarar og deiga, meðan teir taka upp í saman: “Hetta er eitt trupult mál”. Tað sigur mann, havi eg lagt til merkis, tá mann er trýstur til at taka eina avgerð ímóti síni sannføringin. “Hetta er eitt trupult mál!”.

Um hetta málið er trupult, ivist eg í. Men tað er í øllum førum risastórt. Tað snýr seg um sløk tjúgu prosent av okkara BTÚ, við verandi prísmeting. Til samanberingar var Stórabeltsbrúgvin hjá dønum sløk tvey prosent av teirra BTÚ, og hana kjakaðust tey um í áratíggju. Okkara verkætlan svarar til at danir bygdu tíggju Stórabeltsbrýr í einum høggi.

Um vit hava ráð til tað, fáa vit at síggja, tá tilboðini koma inn. Tað hevði verið deiligt, og eg hopi tað. Men óansæð, um vit hava ráð ella ikki, so er hendan íløgan so astronomisk, at vit hava skyldu til at kanna málið serliga væl. Og tað er sjálvsagt, at vit skulu velja ta bestu linjuføringina, so samfelagsnyttan verður optimal, at trygdin skal vera í lagi og at alt skal á borðið. Tað er langt frá støðan við hesi hálvbakaðu verkætlanini hjá Tunnilsfelagnum og Løgmanni.

Og hvar er mótmælisgongan? Hvar eru karamellublikkini og hvar eru sleivirnar? Tá CIP hevði kannað sær pengastreymin úr Eysturoyartunlinum í allar ævir, fóru fólk á Vaglið at mótmæla. Við tí úrsliti, at ætlanin bleiv broytt til tað betra, og vit fingu ein Sandoyartunnil við í keypinum. Hví er eingin á Vaglinum nú?

Erling Eidesgaard