Finnur Justinussen gevst á toppinum, bæði so og so.
Ein av royndastu leikarunum hjá føroyameistarunum úr Víkingi hevur í kvøld boðað frá, at hann ikki fer at spæla við besta mansliðinum hjá felagnum í 2025.
Finnur er ein av royndastu leikarunum í Víkingi. Hann hevur spælt 265 dystir í bestu deildini í Føroyum og hevur skotið 130 mál, sambært faroesoccer.com. Í ár var hann ein av berandi kreftunum, serliga í fyrsta triðinginum, tá hann fekk fleiri týdningarmikil mál.
Umframt at umboða Víking, so hevur hann eisini roynt seg í Svøríki og Danmark. Har umboðaði hann felagið Jönköpings Södra IF, Fremad Amager, Næstved BK, FC Roskilde.
35 ára gamli málrevurin hevur eisini spælt nakrar landsdystir, men har eydnaðist tað honum ikki at skora nakað mál.
– “Tað er við sorgblídni, at síðsti dystur fyri besta liðið hjá Víkingi er spældur.
Við einum meistaraheiti, verður tað neyvan eitt betri tíðspunkt at seta gaggurnar á hillina.
Mín fótbóltsleið hevur ført meg eitt sindur runt, tað hevur verið spennandi og mennandi, men tað er í Víkingi at mítt fótbóltsheim hevur verið.
Eg vil fegin senda eina stóra tøkk til øll í Víkingi. Takk fyri allan stuðul og nógv góð minnir, sum eg og familjan hava fingið ígjøgnum árini. Takk til fyrrverandi venjarar og viðleikarar, sum hava ein stóran lut í míni fótbóltsleið.
Ein serlig tøkk fer til alt toymi rundan um besta liðið og ikki minst, mínir fantastisku viðleikarar. Takk fyri óteljandi tímar á- og uttanfyri vøllin. Tað hevur verið strævið viðhvørt, men bara at vera saman við tykkum, ger alt lættari og stuttligari. Hetta er nakað, eg fari at sakna í gerandisdegnum.
Hóast gaggurnar eru settar á hillina, verið eg ein partur Víkingi á ein annan hátt.
Takk fyri meg, FJ 17.”
Umframt at Finnur nú er givin á hægsta stiði, er Martin Klein Joensen farin at royna eydnuna á Toftum, og Andreas Lava Olsen noyddist at seta skógvarnar á hillina eftir ein drúgvan afturvendandi skaða undanfarna kappingarár.
Einasti áleyparin sum nú er eftir, er Jørgen Nielsen. Rani Hansen kann kanska væntast at fáa fleiri minuttir komandi kappingarár, eftir eitt gott kappingarár fyri næstbesta liðið hjá felagnum, men tað kann hugsast, at Jóhan Petur Poulsen kanska vil hava ein meira royndan áleypara, nú hansara menn skulu royna seg í Champions League fótbólti komandi kappingarár, umframt at royna at endurvinna meistaraheitið í 2025.