Tann 21. juni 1955 varð navnframi miðvallarleikarin, Michel Platini, føddur í lítlu kommununi Jœuf í Landnyrðingsfraklandi.
Trífaldi ársins leikarin í Europa og fyrrverandi liðskiparin á franska landsliðnum greiddi einaferð frá: “Eg varð føddur til fótbóltsspælið. Pápi mín var ein rættiliga góður leikari og sum italskur tilflytari var hann altíð ein gløðandi fótbóltsfjeppari. Fótbóltsspælið er eitt einastandandi og gløgt spæl, sum lærir okkum um, hvussu vit skulu liva saman og hvussu tú deilir, tá tú ert betri enn onnur. Fótbóltsspælið er ein ómetaligur góður lærdómur alt lívið.”
Hann spældi ungdómsfótbólt við liðnum í heimbýnum, A.S. Jœuf, frá 1966 til 1972, tá ið hann skrivaði undir við vaksnamannaliðið í grannalagnum, A.S. Nancy. Hann vann fyrsta stóra steypið við Nancy í 1978, tá Nancy vann steypafinaluna á Nice. Hann fekk fyrstu persónligu viðurkenningina, tá blaðið France Football skýrdi hann at vera ársins franska leikara í 1976 og 1977. Hann spældi fyri Nancy til 1979, tá hann skifti til Saint-Étienne, har hann vann franska meistaraheitið í 1981.
Í 1982 varð hann seldur til Juventus, har hann gjørdist ein av kendastu fótbóltsleikarum í heiminum. Tá ið hann varð vístur fram í Torino, greiddi ein sjáldsama eyðmjúkur Platini fjepparunum frá: “Eg byrjaði at spæla við størsta felagnum í landspartinum Lorraine, skifti til besta felagið í Fraklandi og endaði hjá besta felagnum í heiminum.” Meðan hann spældi við Juventus, vann hann eina røð av persónligum og felags heiðrum, harímillum tvey Serie A meistaraheiti (1984 og 1986), italskur steypavinnari (1983) Europa Cup fyri steypavinnarar (1984) og Europa Cup fyri meistaralið (1985). Hann førdi eisini Frakland til EM-heitið í 1984. Persónliga varð hann kosin ársins leikari í Europa í 1983, 1984 og 1985, og somu ár gjørdist hann eisini italskur toppskjútti.
Bæði í HM 1982 og 1986 førdi hann Frakland til hálvfinalurnar saman við kendu kvartettini Alain Giresse, Luis Fernandez (tó ikki HM 1982) og Jean Tigana. Platini hevði eisini skotið flest mál í EM-endaspølum fram til 2021, tá Cristiano Ronaldo reyk avstað við metinum; Platini spældi kortini bert eitt EM-endaspæl.
Michel Platini gavst at spæla í 1987 og var í fýra ár franskur landsliðsvenjari frá 1988-92. Hann var eisini forseti í UEFA árini 2007-15, tá skuldsetingar um mutur forðaðu honum at stilla upp til forsetavalið í FIFA. Michel Platini eigur kortini at vera mintur sum ein av bestu fótbóltsleikarum nakrantíð.