Ein lítil grind var fyrrapartin í dag fráboðað í Vestmannasundi, men hon verður ikki hildin til.
Tað er ikki eydnast FM1 at fáa fatur á Jens Jensen, sum í løtuni røkir sýslumannaembæti í Vága, Sandoyar og Streymoyar sýslum, men vakthavandi á løgreglustøðini váttar, at sýslumaðurin hevur tikið avgerð um at lata grindina sleppa.
Sýslumaðurin hevur tosað við grindaformenninar í Vestmanna og í Leynum, og har er ovmikið av grind í løtuni.
Sýslumaðurin hevur eisini verið í sambandi við Havstovuna, sum hevur sýnt áhuga fyri at merkja grindina, um hon kemur inn á sandin í Vestmanna.
Tað var tó bert ein bátur hjá grindini, tá hon varð fráboðað, og grindin verður ikki rikin, sigur vakthavandi.
Tað er tí ikki greitt, hvørt grindin verður merkt ella ikki.