Ein tann besti í Premier League til Napoli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein av teimum bestu, um ikki tann besti, leikarin í Premier League seinnu árini, Kevin De Bruyne, skal komandi árini spæla fyri italsku meistararnar Napoli. Belgarin gevst í Manchester City eftir tíggju ár í klubbinum og hevur skrivað undir við Napoli, sum vann Serie A í ár.

De Bruyne kunngjørdi í apríl, at hann fór úr Manchester City, tá ið sáttmálin gekk út við endan av juni.

Napoli hevur leingi leitað eftir skapandi styrki til liðið, serliga eftir at hava selt Khvicha Kvaratskhelia til Paris Saint-Germain í januar.

Við seks Premier League-meistaraheitum og einum meistaraheitið í Champions League í 2023 hevur De Bruyne sett síni spor í City. Hann skoraði 108 mál og legði upp til 177 í 422 dystum fyri felagið. Hann varð tveir ferðir kosin ársins leikari í Premier League og verður nú heiðraður við eini standmynd uttanfyri Etihad Stadium.