Eingin broyting í elprísinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sev skrivar á heimasíðuni, at nevndin hevur avgjørt ikki at broyta elprísin fyri komandi ár.

Á regluliga eykaaðalfundinum hjá Sev í dag legði nevndin fram roknskap og frágreiðing fyri árið higartil.

Roknskapurin visir, at Sev væntar eitt avlop fyri árið á góðar 48 milliónir krónur, sum verða brúktar til komandi íløgur, eitt nú til koblingsstøð og battarískipan í Sandoy.

Oljuavgjaldið eigur at verða brúkt rætt

Grøna kósin skal haldast, til gagns fyri alt samfelagið, men ymiskar avbjóðingar eru á leiðini. Ein teirra er heldur ógreiði politikkurin frá landsins síðu hvat burðardygd viðvíkur. Eitt nú oljuavgjaldið, sum komandi ár væntast at tyngja roknskapin hjá Sev við 55 milliónir krónum, og sum í hesum førinum í roynd og veru er eitt avgjald á el.

– Eitt sokallað oljuavgjald, sum ikki verður nýtt í burðardygga virkisøkinum er bara ein eyka skattur, sum tekur pening úr skipanini og leggur fót fyri grønu kósina. Tað er meiningsleyst”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.