Ukraina hevur givið upp í vónini at fáa F-16 stríðsflogfør til Ukraina í ár. Hetta, hóast ukrainska stjórnin leingi hevur strembað eftir at fáa hesi flogfør til ukrainska herin í stríðnum móti Russlandi.
– Vit høvdu vónað, at hetta flogfarið fór at gerast partur av okkara loftverju, og verja okkum móti rakettum og yvirgangsálopum við dronum úr Russlandi nú í heyst og vetur, men nú mugu vit ásanna, at hetta fer ikki at henda, sigur Yuri Ihnat, talsmaður fyri ukrainska flogherin við ukrainskt sjónvarp, sambært Al-Jazeera.
Hann sigur tó, at hann frøist um, at ukrainskir flogskiparar og starvsfólk, sum skulu viðlíkahalda F-16 flogfør, eru til reiðar at fáa sína upplæring, ið byrjar í nærmastu framtíð.
Nato-londini Niðurlond og Danmark standa á odda fyri 11 lond, sum hava bjóðað seg fram til at geva ukrainskum flogskiparum upplæring í at flúgva við F-16 flogførum, men enn hevur einki land bundið seg til, at senda hesi flogfør til Ukraina.