Í svari til skrivligan fyrispurningi frá løgtingsmanni Steffan Klein Poulsen, upplýsir landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, at eingin løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay í Føroyum.
Føroyskir peningastovnar hava áður arbeitt við at fáa MobilePay til Føroyar, men tøkniligar forðingar gjørdu, at hetta ikki bar til. Ein týðandi forðing var, at skipanin var knýtt at donskum telefonnumrum, og tí kundi hon ikki nýtast í øðrum londum. Nú er MobilePay-skipanin broytt og løgd saman við eini norsku skipanini Vipps, og arbeitt verður eisnii við at seta hana í verk í millum øðrum Svøríki og Finnlandi.
Vipps samstarvar við Talgildu Føroyar um at seta skipanina í verk í Føroyum. Í løtuni verður arbeitt við at knýta skipanina í føroyska tøkniliga undirstøðukervið, tað eru Heldin, Landsfólkayvirlitið og Samleikin. Tó ber ikki til at siga, nær hetta verður liðugt, og tí heldur ikki nær MobilePay fer at virka í Føroyum.
Landsstýrismaðurin upplýsti eisini, at tað ber til at brúka MobilePay við føroyskum kontunummari.