Betrideildin menn
Víkingur – KÍ 0-1 (0-0)
Hóast talan upp á nógvar mátar var um ein hampuliga javnan dyst, so megnaði oddaliðið KÍ at vinna móti meistarunum Víkingi.
Málið kom 20 minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Daniel Johansen skoraði sítt fyrsta mál fyri KÌ, síðan hann kom heim til Føroya úr donskum fótbólt. Daniel sendi eitt langskot móti málinum, og tað sá út til, at bóltur rakti onkran á vegnum, tí Báður á Reynatrøð stóð sum negldur og hugdi, meðan bóltur fór í málið.
Víkingur megnaði ongantíð eftir málið at leggja trýst á Víking, sum samanumtikið vann ein greiðan 1-0 sigur, um tað ber til at siga soleiðis.
Í fyrra hálvleiki hevði Steffan Radosavljevic ein rimmar møguleika at leggja Víkingu fram um, men staddur umleið á brotssparksblettinum megnaði hann ikki at skjóta ordiliga og bólturin fór langt við síðuna av málinum.
Fyrri hálvleikur var annars rímiliga javnur, og KÍ hevði eisini onkrar møguleikar, harav nakrir fullu til Páll Klettskarð.
KÍ staðfestir við sigrinum, at teir hava beina kós móti føroyameistaraheitinum, meðan trilvandi kappingarárið hjá Víkingi heldur fram.
Í næstu viku skulu bæði Víkingur og KÍ royna seg í evropeiskum fótbólti.
Víkingur spælir týskvøldið í Champions League móti Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Dysturin verður spældur við Djúpumýrar í Klaksvík.
KÍ skal næsta hósdag til Finnlands at spæla móti SJK í UEFA Conference League.