Einki bendir á at politiska støðan í USA ávirkar innflutningin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hóast innflutningurin úr USA hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, so er sambært Hagstovu Føroya einki í nýggjastu innflutningstølunum, sum bendir á, at innflutningurin seinastu tólv mánaðirnar er ávirkaður av politisku støðuni í USA.

Tó eru týðandi broytingar í, hvørjum londum vit innflyta frá. Innflutningurin úr ES-londum er minkaður við 24,3 prosentum til 4,8 milliardir krónur, serliga tí oljuinnflutningurin nú kemur úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

Hinvegin er innflutningurin úr Evropa annars øktur við 36,3 prosentum, meðan innflutningurin úr Asia hevur ligið støðugt á meira enn einari milliard krónum.

Samlaði innflutningurin var 10,3 milliardir krónur frá apríl 2024 til mars 2025. Tað er ein minking á 1.173 milliónir krónur, ella 10,5 prosent, samanborið við undanfarna skeið.

Hyggja vit eftir vørusløgum, sæst, at størsta minkingin er í brennievnum, maskinum og skipum.

Innflutningurin av brennievni minkaður við 294 milliónum krónum, bæði tí prísurin er lægri, og nøgdin er minkað.