Einki ítøkiligt úrslit um frið í Ukraina eftir toppfundin millum Trump og Putin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað gjørdis ikki til nakra avtalu um frið í Ukraina, tá ið Donald Trump, forseti í USA, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi, møttust á toppfundi í Alaska í gjárkvøldið føroyska tíð.

Fundurin var merktur av høvisligum atburði og smílum, men gav fá ítøkilig úrslit. Báðir partar tosaðu um eina møguliga avtalu, men einki varð kunngjørt um, hvussu ein slík avtala skuldi síggja út ella hvussu kríggið í Ukraina skuldi steðgast.

Putin legði fram sítt sjónarmið um kríggið og nevndi, at “grundorsøkirnar” til kríggið mugu loysast. Hann sipaði til millum annað viðurskiftum um víðkan av Nato og søgulig viðurskifti millum Russland og Ukraina. Trump royndi at fáa til vega eina vápnahvíld, men einki varð alment boðað út eftir fundin.

Fundurin var styttri enn væntað, og teir møttust ikki einsamallir, men saman við ráðgevum. Trump svaraði fáum spurningum á tíðindafundinum, meðan Putin fekk seinasta orðið og nevndi møguleikan fyri einum nýggjum fundi í Moskva.

Kríggið í Ukraina heldur fram, og tað er ógreitt, hvussu USA fer at svara framyvir. Fundurin í Alaska gav fá svar um næstu stig í friðarviðgerðini.