Old Trafford var á øðum enda, og sigursrúsurin fylti søguliga leikvøllin. Harry Maguire hevði akkurát langt inni í yvirtíðini skallað bóltin í málið hjá Leicester, vent hóttandi tapið til 2-1 sigurs, og sent stórfelagið víðari til 5. umfar í FA-steypakappingini.
Tað besta av øllum fyri ovfarakátu heimaáskoðararnar var, at málið slapp at standa, hóast endurtøkurnar í sjónvarpi heilt týðiliga vístu, at tað var rangstøða. Men har var einki VAR at spillað spælið, tí í heimsins elstu steypakapping verður VAR ikki brúkt so tíðliga í kappingini.
Dysturin var trupul fyri Manchester United. Leicester legði seg á odda beint áðrenn hálvleik, tá Bobby De Cordova-Reid skoraði eftir ein retur frá málverjanum Andre Onana. United hevði ilt við at finna stevið og manglaði kreativitet í álopinum í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki setti venjarin Ruben Amorim ungu álopsleikarnir Alejandro Garnacho og Joshua Zirkzee inn. Hetta gav liðinum nýggja orku. Zirkzee javnaði til 1-1 eftir upplegg frá Garnacho, og spælið var munandi betri.
Í yvirtíðini avgjørdi Harry Maguire so dystin við sínum skallara. Leikararnir hjá Leicester mótmæltu, tí teir hildu talan var um rangstøðu, men dómarin góðkendi málið.
Sigurin og víðari luttøka í FA-steypakappingini eru kærkomin hjá Mancheste United og venjaranum Ruben Amorim, sum longu er hart trýstur, eftir vánalig úrslit fyrstu mánaðarnar í einum av heitastu venjarasessunum í heimini.