Tann 5. mars 1870 hýsti London heimsins fyrsta altjóða dysti, har eitt enskt lið møtti einum hópi av skotskum leikarum, sum búðu í London. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
C.W. Alcock úr Old Harrovians – skrivari í enska fótbóltssambandinum og seinni stovnari av FA Cuppini – skipaði fyri dystinum, sum var tann fyrsti av eini røð av fimm framsýningardystum millum londini (altjóða dystirnir hjá Alcock) og var liðskipari á enska liðnum. Skotska liðuppstillingin varð vald av Arthur Kinnaird og liðskiparanum James Kirkpatrick, og millum teirra var eisini William Gladstone frá Old Etonians, hvørs pápi seinni gjørdist forsætisráðharri í Sameinda kongsríkinum.
Liðini hittust á Kennington Oval, sum var eitt runudíki orsakað av regni, og spældu ein málleysan fyrra hálvleik. Eftir steðgin skiftu tey síðu, sum ein dystarfrágreiðing segði vera eina nýskipaða reglu. Seint í seinna hálvleiki flutti Alcock málverjan fram á vøllin, og tað gav skotska Robert Crawford møguleikan at skora byrjanarmáli í 75. minutti, men Alfred Baker skoraði fyri Ongland í 89. minutti og dysturin endaði sostatt við einum 1-1 javnleiki.
Liðuppstillingin hjá Onglandi: Charles Alcock (liðskipari), Edward Bowen, Alfred Baker, William Butler, Parry Crake, Evelyn Freeth, Edgar Lubbock, Alexander Nash, Julio Smith, Alfred Thornton, Walpole Vidal.
Liðuppstillingin hjá Skotlandi: James Kirkpatrick (liðskipari), Arthur Kinnaird, William H Gladstone, Robert Crawford, Charles Baillie-Hamilton, William Ballie-Hamilton, William Lindsay, Malcolm Wingfield, Kenneth Muir Mackenzie, George Gordon, Alexander Morten
Londini spældu fýra landsdystir afturat á Kennington Oval frá novembur 1870 til februar 1872, har tað endaði við einum javnleiki afturat og trimum sigrum til Ongland, men orsakað av, at skotska liðið í øllum fimm dystunum bara varð úttikið úr London, so viðurkennir FIFA ikki dystirnar sum altjóða landsdystir.
- 5. mars 1870: Ongland-Skotland 1-1
- 19. novembur 1870: Ongland-Skotland 1-0
- 25. februar 1871: Ongland-Skotland 1-1
- 18. novembur 1871: Ongland-Skotland 2-1
- 24. februar 1872: Ongland-Skotland 1-0
Undangongumaðurin Charles W. Alcock
Saman við eldra beiggjanum, John Forster Alcock, stovnaði Charles William Alcock í 1859 Forest Football Club. Báðir høvdu gingið á Harrow. Í 1864 broytti Forest Football Club navn til Wanderers Football Club.
Fyri dreingirnar á lærdu kostskúlunum var fótbóltsspælið eitt ítriv, ikki ítróttur. Fylgjurnar vóru, at spælið manglaði samanhang, brennandi áhuga og spenning. Tað manglaði ein framskygdur persónur. Ein, sum kundi seta høvuðsinnihaldið saman til nakað hugfangandi.
Charles W. Alcock átti ein høvuðsleiklut í, at fótbóltsspælið fekk fastatøkur, tí hann var bæði leikari, blaðmaður og fyrisitingarleiðari. Í 1966 loysti hann beiggja sína av í nevndini hjá enska fótbóltssambandinum og skjótt gjørdist hann bæði skrivari og kassameistari hjá FA (1870-95), og seinni aftur enntá varaforseti (1896-1907).
Í 1870 skipaði Alcock fyri fyrstu landsdystum millum Ongland og Skotland. Sum leikari spældi hann seks landsdystir fyri Ongland og var liðskipari í teimum øllum, men bara tann seinasti 6. mars 1875 varð skrásettur. Alcock skoraði eitt mál í 2-2 javnleikinum ímóti Skotlandi.
Meðan hann hevði gingið á Harrow, hevði hann spælt við í innanhýsis steypadystum, har vinnarin slapp víðari og taparin varð varpaður út úr kappingini. Tann 20. juli 1871 legði Charles W. Alcock sítt uppskot fram á nevndarfundi hjá enska fótbóltssambandinum og øll liðini skuldu fáa loyvi at luttaka.