Eitt 30 ára gamalt minni: Sjálvmál kostaði lívið

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Andrés Escobar spældi ikki í undankappingini til HM 1994, men varð úttikin til HM-endaspælið og bert 10 dagar eftir sín óhepna leiklut undir HM 1994 varð hann tikin av døgum.

Eftir tiltikna 1-0 sigurin á Onglandi undir HM 1950 megnaði USA ikki at vinna seg til 9 HM-endaspæl fyrr enn í 1990, har teir taptu allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum. Hinvegin varð roknað við Kolumbia, sum hevði havt eina góða undankapping til HM 1994.

USA luttók í HM 1994 sum vertstjóð og spældi 1-1 ímóti Sveits í setanardystinum og skuldi síðani møta Kolumbia, sum flest øll roknaðu við fór at vinna, hóast teir í fyrsta dystinum høvdu tapt 0-1 fyri Rumenia. Dysturin ímóti USA hevði eisini heilt týðiligt ein eykatýdning á politiska pallinum, tí tað var stór ósemja landanna millum orsakað av kolumbiska rúseiturshandlinum.

94.000 áskoðarar høvdu leitað sær til Rose Bowl leikvøllin í Pasadena tann 22. juni og tey sóu USA heilt óvæntað leggja seg á odda 1-0, tá miðvallarleikarin hjá USA, John Harkes, legði bóltin innfyri og Escobar skreiðaði bóltin í egið mál í 35. minutti. Teir ørkymlaðu vertirnir løgdu enn einaferð rygg til eitt mál, tá áleyparin Ernie Stewart økti til 2-0 í 52. minutti. Eykaleikarin, áleyparin Adolfo Valencia, sum byrjaði seinna hálvleik, minkaði um munin í 90. minutti, men Kolumbia kom ikki nærri. USA vann dystin 2-1 og Colombia varð varpað úr kappingini longu í bólkaspælinum, hóast teir vunnu seinasta dystin í bólkaspælinum ímóti Sveits.

Eina góða viku seinni, tann 2. juli 1994, varð tað kunngjørt, at kolumbiski verjuleikarin, Andrés Escobar, var skotin seks ferðir uttan fyri ein náttklubba í heimbýnum Medellín. Grundin til drápið var, at Andrés Escobar hevði gjørt sjálvmál undir HM 1994 ímóti vertstjóðini USA í bólkaspælinum. Drápsmaðurin sat bert 11 ár.