Kvinnan, ið er donsk, kom til Føroya við flogfari tann 5. mai 2023. Hon hevði umleið 100 gram av kokaini uppi á sær, tá hon bleiv steðgað av tollarunum á flogvøllinum.
Kvinnan bleiv handtikin av løgregluni og síðan framstillaði ákæruvaldið hana í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hon bleiv varðhaldsfongslað til í dag, tá málið var fyri í Føroya Rætti.
Kvinnan játtaði seg seka í ákærunum.
Ákæruvaldið metti, at hon skuldi hava minst eitt ára fongsulsrevsing, og hesum tók Føroya Rættur undir við.
Kvinnan tók við dóminum, sum hon skal sita beinanvegin.
Les meira: Høvdu rúsevni uppi á sær