B36 1 – 3 Rijeka (1-1)
Tórsvøllur: Í kvøld spældi B36 fyrra dystin í triðja umfarinum í undankappingini til Europa Conference League.
Valerijs Sabala byrjaði enn einaferð á beinkinum aftur í dag, og tað gjørdi Bjarki C. Nielsen eisini. Hann hevur annars spælt nógvar dystir í seinastuni.
B36-venjarin, Dan Brimsvík, hevur valt at geva Michal Przybylski enn einaferð møguleikan at byrja inni á miðjuni, meðan B36-álopið var mannað við Hannesi Agnarsson og Taufee, hóast mong hava havt á munni, at Hannes riggar betur úti á vonginum.
Tað var javnt fyrstu løtuna av dystinum, og bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar – oftast skot útifrá, men uttan at tað gjørdist heilt vandamikið. Tó so, so mundi B36 givið útiliðnum eina gávu, tá eitt korter var leikt, tá Taufee rekur í egnum brotsteigi og missur bóltin. Vongurin hjá Rijeka ger skjótt av, rekur móti baklinjuni og leggur bóltin til ein frían viðspælara, men lukkutíð ger Magnus Egilsson eina glíðandi takkling og fær vart fyri, at bólturin ikki fór í B36-málið.
Men tað var rættiliga skjótt, at Rijeka, kanska væntandi, freistast mann at siga, setti seg á dystin. Kroatar vildu gjarna fáa sítt vongspæl í gongd, har serliga høgri vongurin, Marco Pasalic, vísti seg at vera rættiliga vandamikil, tá hann fekk pláss og kundi reka inneftir og leggja bóltin til sítt góða vinstrabein, har eini tvey-trý skot vórðu send móti B36-málinum, men lukkutíð fóru tey við síðuna av.
Tað var ikki nógv, ið B36 hevði at bjóða upp á hesa løtuna, men so við eitt slær B36 til. Teir hvítu byggja spakuliga upp, men tað sær ikki út av nógvum. Men brádliga megnar B36 at bróta ígjøgnum í vinstru síðu, har Michal Przybylski sleppur til stroks. Hann leggur bóltin innfyri, sum snittar ein Rijeka-verjuspælara, og so rennur Hannes Agnarsson mestsum í bóltin, ið fer í málið. 33 minuttir leiktir og 1-0 til B36.
Sjey minuttir seinni floytar saudiarabiski dómarin, sum hevur finskt pass, Mohammad Al Emara, brádliga í floytuna, meðan Rijeka er í álopi, og peikar á brotssparksblettin. Eingin skilir hvat og hví, men dómarin sigur, at ein B36-spælari hevur havt hondina ella armin á bóltinum. Tað kann vera, at talan var um brotsspark, men so mátti hetta váttast við at síggja hetta á onkrari endurtøku eftir dystin.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki misti dysturin rútmuna, tí dómarin í tíð og ótíð valdi at floyta, tá spælarar lógu á vøllinum, hóast tað ikki var neyðugt. Men líkamikið, 1-1 í hálvleikinum.
Skjótt gongur í fótbólti, tað vita vit. Tí frá at vera á odda 1-0, so var B36 aftanfyri 2-1 stutt eftir, at annar hálvleikur var floytaður ígongd.
Rijeka hevur horna í vinstru, har tað eru fleiri hvítir mans í brotsteiginum, enn tað eru hjá útiliðnum, men ein Rijeka-spælarin Bruno Goda sleppur ótarnaður at skalla bóltin móti málinum. Mattias hálvbjargar, men Bruno fylgir sjálvur upp og takklar bóltin í B36-málið.
Men B36 hevði tað torført at koma innaftur í dystin, og tað líktist meira 1-3, heldur enn 2-2 – serliga, tá B36-verjan eisini byrjaði at geva gávur út til útiliðið, tá millum annað svenski miðverjin hjá B36, Isak Jonsson, spældi ein Rijeka-spælara rættiliga frían. Hann skjýtur móti málinum, men lukkutíð fekk Mattias ein fingur á bóltin, sum brast upp í trýkantin og niður í svørðin, men ikki í málið.
Eftir hetta hendi ikki tað stóra. Útiliðið tóktist vera nøgdir yvir støðuna, og saudiarabiski dómarin og hjálpardómararnir byrjaðu eisini at verða meira og meira ókonsentreraðir, tá teir ikki dugdu at síggja, hvør eigur innkast, har tíðin gongur, og annar hjálpardómarin yppir øksl og dómarin peikar onkran veg. Hetta frustreraði B36-spælararnar, sum nú fingu kort fyri at brúka munn – og tað av góðum grundum.
Men Rijeka fekk til endans málið til 3-1, og tað var eftir enn ein deyðbólt, tá eitt frísparksinnlegg verður longt til aftaru stong, har ein Rijeka-spælari, sum kanska var í rangstøðu, kanska ikki, ótarnaður kann sparka bóltin í B36-málið til endaligu støðuna 3-1 til Rijeka.
Torførur returdystur fyri B36 um eina viku, og nú líkjast tað meira, at tað bert verður KÍ eftir úti í Evropa.
B36 byrjanaruppstillingin sá soleiðis út (5-3-2):
Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andras Johansen, Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Taufee Skandari, Hannes Agnarsson.
Á beinkinum sita: Silas Eyðsteinsson, Hans Jørgensen, Andrias H. Eriksen, Bjarki C. Nielsen, Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen, Marrias Hellisdal, Emil Weihe Joensen, Lukas Giessing, Erlendur Magnusson, Aron Knudsen