Frá 2016 til 2024 hevur Føroyar møtt Lettlandi seks ferðir, har tað byrjaði við einum 2-0 sigri á útivølli, men síðani hava liðini spælt fýra javnleikir, áðrenn Føroyar tapti 0-1 í bronsudystinum undir Baltic Cup 2024.
Í útnyrðingshorninum á teimum ovurstóru víddum, sum einaferð vóru Sovjetsamveldið, eru nú fýra sjálvstøðug lond. Trý teirra, Estland, Lettland og Litava, eru út ímóti Eystarasalti. Hesi trý londini verða undir einum kallað Baltalond. Lettland liggur mitt ímillum hini bæði Baltalondini. Í millumkrígstíðini (frá 1918 til 1939) spældu baltisku londini sum sjálvstøðugar tjóðir fram til 2. heimsbardagi brast á og Sovjetsamveldið aftur hertók londini.
Lettland spældi fyrsta landsdystin á heimavølli í Riga ímóti Estlandi tann 24. september 1922. Teo Plade skoraði fyrsta málið hjá Lettlandi og tað var eisini hansara einasti landsdystur.
Tey baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, luttóku øll undir OL-endaspælinum í París í 1924, men tað var Lettland, sum kláraði seg best av teimum trimum baltisku londunum, tá liðið vann Baltic Cup 5 ferðir (1928, 1932, 1933 (kappingin niðurløgd!), 1936 og 1937). Liðið vann eisini 4-1 á einum skerdum svenskum landsliði tann 20. juli 1926. Svøríki lønti Lettlandi aftur við at vinna 12-0(!) árið eftir.
Baltic Cup fór fyrstu ferð av bakkastokki í 1928 og kappingin var skipað sum kapping, har øll kappaðust ímóti øllum í døgunum 25.-27. Juli 1928. Fyrst vann Lettland 3-0 á Litava og Arkādijs Pavlovs skoraði allarfyrsta málið í Baltic Cup. Dagin eftir vann Estland 6-0 á Litava, meðan Lettland á triðja degnum vann 1-0 á Estlandi.
Lettland vónaði at luttaka í HM-endaspælinum í 1938, tá Eysturríki undan endaspælinum varð innlimað av Týsklandi og eysturríkska landsliðið sostatt varð útilokað. Eysturríki hevði vunnið undankappingarbólkin hjá Lettlandi og lettarnir vónaðu, at teir sum tveyarar fingu plássið í endaspælinum í staðin fyri Eysturríki, men teir smokkaðu burturímillum og kappingin varð avgreidd við bara 15 liðum í staðin fyri 16 lið.
Sama tíðarskeið setti Lettland metið fyri bestu baltisku røðina av landsdystum, har liðið ikki tapti í 8 dystum. Teir byrjaðu kalendaraárið 1938 við einum 2-0 sigri á Litava og ósigraða røðin steðgaði ikki fyrr enn mai 1939, tá liðið tapti 0-4 fyri Rumenia. Millum stjørnuleikararnir var Ēriks Pētersons, sum spældi 63 landsdystir og skoraði 21 mál. Hann spældi eisini 8 landsdystir á íshockey-landsliðnum.
Árini 1940 til 1991 var Lettland partur av Sovjetsamveldinum, men bara FC Daugava Riga, sum varð stovnað í 1944, umboðaði Lettland í bestu sovjetisku deildini, tá liðið í 1949 orsakað av broytingum í sovjetisku landskappingini fekk pláss í bestu deildini, men liðið flutti niður í 1952.
Tað eydnaðist endiliga Lettlandi at vinna seg til fyrsta endaspælið í 2004, tá teir vunnu á Turkalandi í einum frásáldingardysti og vunnu seg til EM-endaspælið. Undir endaspælinum fingu teir ein heiðurligan 0-0 javnleik ímóti Týsklandi, men taptu síðani 1-2 fyri Kekkia og 0-3 ímóti Hollandi.
Māris Verpakovskis skoraði avgerandi málið, tá Lettland tók øll á bóli og vann frásáldingardystin um plássið í EM-endaspælinum 2004. Lettland vann samanlagt 3-2 á Turkalandi, sum hevði vunnið bronsudystin undir HM-endaspælinum í 2002. Áleyparin, sum spældi við Dynamo Kyiv, gjørdist toppskjútti hjá Lettlandi í undankappingini við 6 málum og hann skoraði eisini einasta málið undir EM-endaspælinum 2004, har Lettland eina stutta stund var á odda í byrjanardystinum ímóti Kekkia. Māris Verpakovskis eigur framvegis málmetið við 29 málum í 104 landsdystum. Eitt málmet, sum hann tók frá áðurnevnda Ēriks Pētersons.
Venjarin í áðurnevnda endaspælið var Aleksandrs Starkovs, sum var kosin besti lettiski leikarin seinastu 50 árini av UEFA árið fyri. Starkovs var stjørnuleikari hjá FC Daugava Riga árini 1975-1989 (undantikið árið 1977-78 við Dynamo Moskva).
Tann 15. november 2009 tók Vitālijs Astafjevs europeiska landsliðsmetið fyri flest leiktar landsdystir frá estiska Martin Reim, tá hann spældi landsdyst nr. 158. Síðani tók Gianluigi Buffon metið frá Astafjevs í mars 2017. Cristiano Ronaldo eigur metið í dag við 205 landsdystum.
FSF fekk avtalu í lag, at føroyska A-landsliðið við monnum luttók í Baltic Cup 2024, sum varð í juni mánaða. Talan var um eina fýra-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava. Kappingin varð skipað sum tvær hálvfinalur, og síðan vórðu finalan og dysturin um 3. plássið á skránni. Føroyar tapti fyrst 1-4 fyri Estlandi og síðani sum áðurnevnt 0-1 fyri Lettlandi. Seinni í heyst skal Føroyar aftur møta Lettlandi tvær ferðir í UEFA Nations League 2024.
Føroysku kvinnurnar vunnu Baltic Cup í 2016, men endaðu nr. 2 í 2021 og 2022.