,

Eitt vaksnari føroyskt landslið vann uppiborið móti Niðurlondum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EM-undanbólkur 6
Niðurlond – Føroyar 31-32 (15-15)

Tað gjørdist óneyðuga spennandi, tí Føroyar vóru væl betri enn Niðurlond í hesum heilt framúr góða dystinum í Topsportcentrum í Almere einar 30 kilometrar norðanfyri Amsterdam.

Niðurlond kundu javna í seinsta álopi, men føroyska verjan hetta seinasta niðurlendska álopið, var ógvuliga sigandi fyri føroyska verjuavrikið í dystinum. Har var eingin vegur í gjøgnum hjá Niðurlondum, og so kundu leikarar og viðhaldsfólk fegnast og klemmast í ovfarakæti, og fyrsti sigurin á útivølli í mong ár var veruleiki.

Tey, sum hava fylgt við føroyskum hondbólti leingi, duga kanska ikki ordiliga at venja seg við, at okkara landslið er so gott, og longu nú tekur liðið eitt stig víðari og er um at gerast “vaksið”. Tað sást í dag millum annað aftur í trygga spælinum hjá Eliasi á Skipagøtu, sum eftir nærum tvey ár í heimsins bestu hondbóltsdeild, Bundesliguni, sær tú til at hava ment nýggjar síður i sínum spæli. Í dag var Elias eisini so sera tryggur í teimum seks brotskøstunum hann skeyt.

Óli Mittún spældi eisini ein so at siga ein feilfrían dyst, og vit skulu minnast til, at drongurin framvegis bara er 19 ár.

Seinasti maður í bakketuni var Allan Norðberg, sum við avrikinum í dag veruliga hevur givið venjaranum, Peter Bredsdorff-Larsen, nakað at hugsa um, nú hann fekk møguleikan, tí Vilhelm Poulsen var skaddur.

Á strikuni spældu bæði Isak Vedelsbøl og Teis Horn Rasmussen sera væl í sjeymansálopinum, og heilt úti á høgra veingi bíðaði Hákun West av Teigum tolin eftir sínum fyrsta skotmøguleika, sum kom tíðliga í seinna hálvleiki. Hann skoraði trygt fýra mál afturat. Og so gloyma vit alt um, at hann kastaði bóltin burtur í seinasta føroyska álopinum.

Leivur Mortensen spældi eisini allan dystin, men hann fekk ikki ein einasta skotmøguleika av vinstra veingi.

Størsta orsøkin til, at Føroyar í seinna hálvleiki fóru heili fýra mál fram um, var kortini Pauli Jacobsen í føroyka málinum. Hann stóð væl allan dystin á tamb og eina løtu í seinna hálvleiki, spældi hann í heimsflokki.

Tað er ikki ov nógv at siga, at hetta var besta málmansavrikið í nýggjari føroyskari manshondbóltssøgu. Ofta hava málmenninir fingið at vita, at avrikini ikki ordiliga hava verið nøktandi. Men í dag var einki at seta fingurin á. Oman á alt gjørdist Pauli dagsins leikari, og so skulu vit heldur ikki gloyma, at Sasha Lacok kom inn og bjargaði eitt sera týðandi brotskast.

Dysturin gekst sum nógvir hondbóltsdystir sera javnt á. Men tað var alla tíðina Føroyar sum høvdu hug at draga frá, og bara heilt sjáldan komu niðurlendingar fram um.

Stjørnuleikarin hjá Niðurlondum, Luc Steins, var við aftur. Hann var sjónligur allan dystin. Men eftir at hann lættliga kom í gjøgnum føroysku verjuna fyrstu álopini, fekk okkara sera góða verja fatur á honum, og hann rendi seg fyri tað mesta beint í ein ordiligan múr mitt fyri og noyddist at fara í gjøgnumbrotsstøður úti í síðunum við spíksum skotvinkli á.

Í seinna hálvleiki fór veruliga at bragda hjá Føroyum, og okkara menn komu skjótt fram um við nøkrum málum, og hildu leiðsluna allan dystin, og vunnu at enda 31-32.

Samanumtikið var hesin dysturin ein tann dyggasti sigurin hjá landsliðnum. Eitt nærum lítaleyst avrik og ein sigur á útvølli móti sterkasta landinum í bólkinum. Tað er ikki nøkur sjálvfylgja. Men talan var nú ikki um ein vanligan útivøll. Tí teir hundraðtals føroysku áskoðararnir gjørdu høllina til ein føroyskan heimavøll, og eisini á áskoðaraplássunum vunnu Føroyar dystin móti Niðurlondum.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Ukraina greitt 36-25 móti Kosovo, og tað ger, at Føroyar nú eru nummar eitt í sera javna bólkinum. Einki er avgjørt, men tað ber til at siga, at Føroyar eru sera nær við at spæla seg til EM-endaspælið. Onkur ferðmannaskrivstova hevur eisini longu lýst við ferðum í januar 2026 til EM-endaspælið í Oslo, har Føroyar skal spæla, um okkara menn koma víðari, sum alt bendir á.


Stigatalvan í EM-undanbólki 6:

DVJTMál+Mál-MunurStig
1Føroyar421112811995
2Ukraina4202140128124
3Niðurlond412113613604
4Kosovo4112110131−213


EM-undanbólkur 6
Niðurlond – Føroyar 31-32 (15-15)

Niðurlond:

  • Rutger ten Velde: 8 mál
  • Dani Baijens: 6 mál
  • Luc Steins: 5 mál
  • Martijn Kleijkers: 2 mál
  • Ivar Stavast: 2 mál
  • Bart Ravensbergen: 2 mál
  • Bobby Schagen: 1 mál
  • Samir Benghanem: 1 mál
  • Niels Versteijnen: 1 mál
  • Robin Schoenaker
  • Armando Besseling
  • Jorick Pol
  • Kaj Geenen
  • Robin Nagtegaal
  • Jeromy van der Ban

Útvísingar:

  • Samir Benghanem: 1 útvísing og reytt kort
  • Niels Versteijnen, 1 útvising

Føroyar

  • Elias Ellefsen á Skipagøtu: 8 mál
  • Óli Mittún: 6 mál
  • Allan Nordberg: 5 mál
  • Hákun West á Teigum: 5 mál
  • Isak Vedelsbøl: 5 mál
  • Tróndur Mikkelsen: 1 mál
  • Teis Horn Rasmussen: 2 mál
  • Hallur Arason
  • Pauli Jacobsen
  • Bjarni í Selvindi
  • Leivur Mortensen
  • Pætur Mikkjalsson
  • Rói Berg Hansen
  • Rógvi Dal Christiansen
  • Aleksandar Lacok

Útvísingar:

  • Teis Horn Rasmussen: 2 útvísingar
  • Elias Ellefsen á Skipagøtu: 1 útvísing
  • Óli Mittún: 1 útvísing
  • Tróndur Mikkelsen: 1 útvísing