Eivind bíðar framvegis

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað hevur gingið striltið hjá Runavíkar kommunu at geva Eivindi Jacobsen innlit og kunning í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til neyst.

Løgtingsins umboðsmaður heldur tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna, hóast álvarsliga átalu í september 2022, enn í juni 2023 ikki hevði viðgjørt umsókn hjá klagaranum, Eivindi Jacobsen, um byggiloyvi til neyst, og at Runavíkar kommuna í slíkari støðu ikki gjørdi meira fyri at kunna klagaran um støðuna við máli hansara, og nær avgerð kundi væntast.

Umboðsmaðurin hevur tí givið Runavíkar kommunu eina sera álvarsliga átalu fyri hetta og hevur sent fráboðan um málið til Løgtingið, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, hevur í dag ongar viðmerkingar til málið.

Eivind Jacobsen sendi á vári í fjør Runavíkar kommunu eina umsókn um byggiloyvi til neyst, men hann bíðar framvegis eftir at fáa vita, hvat hendir við hesari umsóknini: