El-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn sleppa ikki út á havnargøtur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Spurningurin um, hvørt el-rennihjól kunnu nýtast á almennum vegi í Føroyum, hevur fleiri ferðir verið umrøddur. Føroya Politi hevur áður kunnað um, at metingin hjá politinum er, at av tí at el-rennihjól ikki kunnu skrásetast sum motordrivin akfør, sum er krav í ferðslulógini, kunnu tey ikki lógliga koyra á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Hendan spurningin fekk Føroya Rættur høvi til at taka støðu til í einum ítøkiligum máli, har Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjóli, sum ikki var skrásett ella ábyrgdartryggjað.

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, millum annað í § 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging.

– Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. Brotið verður revsað við sekt, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi.

Gongdin
Tað var beint eftir ólavsøku í 2021, at fyritøkan Hopp Tórshavn setti 50 el-rennihjól út til fólk at leiga. Fyritøkan var fullvís í, at rennihjólini eru lóglig í Føroyum, fyrst og fremst tí, at myndugleikarnir, Akstovan, frammanundan, í einum øðrum máli, høvdu sligið fast, at el-rennihjól ikki vera mettar at vera “pocket bikes”.

Men brádliga broytti Akstovan sína tulking, og stutt eftir, at el-rennihjólini vóru tøk í havnargøtum, byrjaði løgreglan at leggja hald á tey. Og tá ein stutt tíð var fráliðin vórðu øll rennihjólini inndrigin.

Tað endaði við rættarmáli, har løgreglan fekk viðhald í Føroya rætti, men tá málið var fyri í Eystara landsrætti í januar í 2022 var niðurstøðan greið: Løgreglan hevði ikki loyvi til at leggja hald á el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn.

Í fyrsta umfari fekk Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson tó síni rennihjól aftur, og byrjaði at koyra el-rennihjólini út aftur á havnargøtur tann 20. apríl í fjør, men fekk tá boð frá løgregluni, at tók hann ikki el-rennihjólini inn aftur, so vórðu tey tikin frá honum.

– Vit hava ikki førleikarnar at seta spurnartekn við avgerðirnar hjá Akstovuni. So tá hon sigur, at talan er um pocket bikes og ikki el-rennihjól, so er tað tí vit arbeiða eftir. Tí konfiskeraðu vit rennihjólini síðsta summar, segði Michael Boolsen, fúti, við Dimmalætting í fjør, hví løgreglan í 2021 ikki setti spurnartekn við avgerðina hjá Akstovuni um, at talan var um pocket bikes og ikki el-rennihjól.

Fimm ár frammanundan, í 2016, var niðurstøðan hjá Akstovuni júst tann øvuta. Tá var eitt rennihjól, júst sum hesi hjá Hopp Tórshavn, definerað sum eitt rennihjól, og tí fekk eigarin tað ígjøgnum tollin.

Hopp fekk gaman í síni el-rennihjól inn í landi, men tá tey vórðu sett út á gøtuna, so kundar kundu leiga tey, vórðu tey tikin, tí Akstovan brádliga broytti avgerð.

– Ein myndugleiki kann broyta eina avgerð, og tað er ikki okkara uppgáva at fara inn at eftirmeta ta avgerðina, segði Michael Boolsen við Dimmalætting, hví løgreglan ikki setti spurnartekn við broytingina hjá Akstovuni.

Tann 2. juni í fjør koyrdi Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson runt um politistøðina í tríggjar tímar við einari av sínum el-rennihjólum – í eini roynd at fáa eina bót.

Hann fekk tá at vita frá politinum at ordrar vóru givnar um, at einki politifólk skuldi geva honum eina bót.

Tá var tað vegna sakføraran hjá Ebenezer, sum fekk tað í lag, at hann fekk eina bót.

Og nú Føroyar Rættur gjørt niðurstøðu í hesum málinum, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, millum annað í § 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging.

– Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. Brotið verður revsað við sekt, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi.