Fyri løtu síðan sást nógvur roykur koma frá einum akfari, sum stóð við busssteðgistaðið beint uttanfyri Kollfjarðartunnilin.
Eftir at akfarið hevði brent eina løtu, hoyrdu fólk, sum stóðu á kaiini í Kollafirði, eina spreinging frá hesum sama akfari.
FM1 veit í løtuni ikki at siga, hvussu umfatandi spreingingin var, ella um fólk vóru nærhendis, tá spreingingin hendi.
Sløkkiliðsbilar eru á staðnum.
Vit hava fingið hesar myndirnar sendandi:




