Eldur í báti á Argjum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í gjárkvøldið vóru øgilig ýl at hoyra í vesturbýnum í Havn og út á Argir, tá fleiri brandbilar sóust koyra eftir Argjavegi við nógvari ferð.

– Eldur var í einum báti á Argjum, og eldurin varð skjótt sløktur, tí eftir at boðini komu inn klokkan 20.44, so var eldurin longu sløktur klokkan 20.52, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Orsøkin var, at Tórshavnar Sløkkilið hevði eina brandvenjing við Landssjúkrahúsið, og tá er skjótt at koyra út á Argir.

Eldserfrøðingurin hjá løgregluni hevur verið og kannað, hví eldur kom í bátin, men enn er eingin niðurstøða gjørd, hvat kann vera orsøkin til eldin. Heldur er ikki heilt greitt enn, hvussu stóran skaða báturin fekk av eldinum.

Maðurin, sum eigur bátin, hevði annars verið á floti fyrr um dagin.