,

Eldur í bili í Leirvíkstunlinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgreglan boðaði fyri lítlari løtu síðani frá, at eldur er í einum bili inni í Leirvíkstunlinum, sum tí er stongdur. Sløkkiliðið er komið á staðið, og tunnilin er stongdur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan sigur við útvarpi, at eingin manskaði var, og at førarin fór frá bilinum sjálvur. Av politistøðini verður eisini sagt, at talan er ikki um ein el-bil.

Løgreglan veit ikki at siga í løtuni, hvussu leingi tunnilin verður stongdur, ella um koyrandi er eftir gamla Leirvíksvegnum. Tað verður kannað, og so koma boð frá løgregluni um tað.