– Grindadrápið í gjár er væl dokumenterað, so tað er kanska ikki so neyðugt at siga so nógv meira um tað, men í samband við at skorið varð upp á Vestaruvág, so er ein grindaknívur komin inn á løgreglustøðina, sum bleiv funnin á kaiini. So viðkomandi, ið saknar ein grindaknív kann gott koma á støðina eftir honum.
Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini, nú FM1 ynskir at frætta hvussu seinasta døgnið hevur verið hjá løgregluni.
Sjálvt drápið gekk væl og skjótt, og eingin blandaði seg í drápið, hóast djóraverndarfelagsskapir vóru á staðnum og filmaðu frá drápinum.
Sýslumaðurin segði í gjár, at grindin var 78 hval, og drápið var yvirstaðið eftir tíggju minuttum.
Stutt eftir, at grindin hevði lagt beinini og bátar vóru byrjaðir at sigla hvalirnar til Vestaruvág, fekk løgreglan boð um, at eldur var at síggja nærhendis nýggja autismuheimið úti á Argjum. Tá sløkkiliðið kom á staðið, kundi staðfestast, at eldur var komið í byggitilfar til autismuheimið. Eldurin bleiv skjótt sløktur, men løgreglan kannar hetta málið víðari.
Eitt ferðsluátak var á Oyrareingjum í gjár, sunnudagin, og har varð ein bilførari tikin at koyra ov skjótt – 105 kilometrar um tíman – á teininum, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman. Hesin bilførarin fær eina bót upp á 1.500 krónur umframt eitt klipp í koyrikortið.
Á sama vegastrekkið bleiv ein annar bilførari tikin fyri at koyra, meðan hann tosaði í telefon, so tað fær hann bót fyri.
Klokkan 04 náttina til sunnudag, bleiv eitt fólk tikið upp í Havn, tí viðkomandi var ov drukkin og eitt sindur ov linur, so viðkomandi gjørdist eitt sindur kløkkur, tá hesin viðkomandi vaknaði í brummuni í Havn, men tað spældi alt væl av og viðkomandi slapp síðan út aftur.
Løgreglan hevur eisini verið sjónlig til Víkingafestivalin á Sandi, umframt til túnadansin í Famjin, sum hevur verið um vikuskiftið, men har hava fólk skikka sær pent, so har er einki at skriva heim um.
Tó hevur løgreglan eina áheitan á bilførarar um at tendra baklyktirnar, tá tað er mjørki og ringt sýni. Í gjárkvøldið var tað við at enda galið í Hoyvík, tá ein bilur stóð parkeraður við vegjaðaran, sum ikki sást væl aftur í ringum sýni, men lukkutíð stóðst einki bilóhapp av hesum, greiðir vakthavandi frá.