Í gjárkvøldi var eldur í einum sethúsum í Hornabø í Havn. Eldurin var fráboðaður klokkan 20.37.
Húsini, sum standa við J.C. Svabosgøtu, beint við síðuna av Kiosk Activ, fingu stóran skaða.
Sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar komu skjótt á staðið. Eldurin er nú sløktur, men brandvaktir havi verið á staðnum í nátt, fyri at tryggja, at eldurin ikki kyknar aftur.
Í húsunum vóru trý til fimm fólk. Øll komu út í øllum góðum, men ein teirra varð fluttur á Landssjúkrahúsið við roykskaða.
Løgreglan sigur, at tey hava verið og leitað runt í øllum húsinum, og tað er einki, sum bendir á, at nakar er inni eftir.
Partur av J.C. Svabossgøtu var stongdur í gjárkvøldið, og hevur eisini verið stongdur í nátt.
Sum skilst, er okkurt leigumál í húsunum, og tí er eitt sindur ógreitt, hvat og hvussu.
Í dag fara serkønir brandteknikar væntandi at kanna møguligu orsøkina til eldin. Allar ferðsluavmarkingarnar, sum vórðu settar upp í gjárkvøldið, eru nú tiknar burtur.
Portalurin hevur myndir av eldinum
Mynd: Sverri Egholm