,

Elektroniskur veitslurómur á G!

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veitslurómur skal vera á G!, og vit kunngera í dag fýra nøvn, sum øll hava okkurt við elektroniskan tónleik at gera, so ella so.

Anamē

Anamē er gamalt norðurlendskt orð, ið merkir at tillaga. Hetta er eisini DJ navnið hjá svenska Marcus Schössow og norska Thomas Sagstad. Teir ferðast kring knøttin og diska í alskyns veldigum veitslum, bæði í klubbum og á festivalum. Ljóðið er eyðkent við kenslubornum løgum og framfýsnum hústónleiki.

DJ 2xSlay & Trygvi

Hóast tað fara at standa trý fólk á palli, so skalt tú telja upp í tvey, ella bara eitt um tú vilt. Hettar verður ein stór løta, við tveimum ymiskum nøvnum, har annað er ein duett og hitt ein solistur. DJ 2xSlay eru tær báðar, Barbara og Sólja, sum síggja út sum dagur og nátt, og tær spæla líka ymiskan tónleik sum tær síggja út, men alt er sovorið tú vónar at hoyra í eini veitslu. Og hin er Trygvi, sum eftir hondini er vorðin ein av kendastu diskarunum í føroyska náttarlívinum, har hann kanska er mest kendur fyri síni endurmiks av føroyskum klassikkarum, sum altíð fær øll at raka hægstu tindar í veitsluhøpi.

Sandavágur Soundsystem

Vit fara líka at læna nøkur útlendsk orð og hugtøk: Sound System, Reggae, Dub, Dancehall, Vinyl. Kennir tú hesa samanseting av orðum, tá skilur tú longu hvat slag av framførslu talan er um, og tú følir longu bassin í búkinum og fært hug at vagga í takt við tónleikin. Talan er um diskara, Sandavágur Soundsystem, sum brúkar vinylplátur, og hann fer at diska við reggae og dub tónleiki. Bassurin verður hart frá og tú fert heilt sikkurt at vagga við til tølandi stevið.

Silent Disco Club

Seinastu tvey árini hava nógv staðið og dansa í stillum á G!. Tað hevur sæð løgið út, tí eingin tónleikur hevur verið at hoyrt. Men fólkini hava smílst og flent og hava sungið og skrálað, men ofta púra ymisk løg samstundis, og tey hava verið ílatin litfagrar oyrabúffar. Hettar hevur verið til Silent Disco Club, sum vit og tit eru so sera glað fyri, og sum tað hevur eyðnast okkum at fáa á skrá aftur í ár! Hesuferð verður gjørt eitt sindur meira burturúr og teir hava enn fleiri oyrabúffar við sær.