Eli byrjar aftur í B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eli Falkvard Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við B36 og verður av tí sama partur av besta mansliðnum í 2025.

Stríðshugaði miðvallarin var ikki í fjør. Hann hevur verið illa darvaður av skaða í hælsinuni. Í vetur hevur hann verið við í fyrireikingunum til komandi kappingarár, og uppvenjingin gongur sum ætlað. B36 vónar, at hann verður førur fyri at spæla við fullari megi í mars.

32 ára gamli miðvingurin hevur verið drúgvur og trúgvur í B36 síðan 2014. Hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 248 dystir í bestu deildini, teir flestu fyri B36.