Fótbólturin er í vetrarfrí, og tí nýta vit høvið til at gera nakrar heldur ørvísi sendingar í B36 Varpinum. Hesuferð fara vit at gera nakað burturúr søguni um, tá B71 brádliga kom upp á tindarnar í føroyskum fótbólti. Gestir vera Eli Hentze og Páll Á Reynatúgvu, sum báðir vóru lyklaleikarar á liðnum.
Vit fara sjálvandi at práta um meistaraárið 1989, tá B71 sum uppflytarar gjørdu bart, og vunnu FM uttan at tapa ein tann einasta landskappingardyst. Og vit fara eisini at viðgera tær tríggjar steypafinalurnar, sum liðið var ein partur av. Komið verður somuleiðis inn á nakrar av orsøkunum til, at eitt lítið felag sum B71 kundi koma upp á toppin í føroyskum fótbólti, og hvønn týdning hetta hevði fyri lokalsamfelagið.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.