,

Eli: Kann vera at vit síggja nýggj nøvn á landsliðnum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað er ein møguleiki fyri, at onkur spælari, sum vit ikki áður hava sæð á landsliðnum, verður at síggja á landsliðnum hesa ferð.

Tað sigur føroyski hjálparvenjarin, Eli Hentze, í samband við, at A-landsliðsúttøka verður í FSF-húsinum mánadagin, sum skal fyrireika seg til Baltic Cup, har Føroyar skulu spæla ímóti Estlandi tann 8. juni, og síðan verða finalan og dysturin um 3. plássið spæld týsdagin 11. juni.

Undan landsliðsúttøkuni er greitt, at fleiri av landsliðsspælarunum eru langtíðarskaddir. Ari Mohr Jónsson verður ikki at síggja á vøllinum í ár, og so eru spælarar sum Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø eisini langtíðarskaddir. Hørður Askham hevur drigist við skaða, og tað hevur Mattias Lamhauge eisini. Herfyri gjørdist eisini greitt, at Jákup B. Andreasen ikki spælir komandi fimm mánaðirnar vegna beinbrot, og tað ger Andrass Johansen heldur ikki komandi tríggjar mánaðirnar vegna eitt brot í høgra fóti.

Tí kunnu vit rokna við, at vit fara at síggja okkurt nýtt andlit á landsliðnum, sum ikki hevur verið á A-landsliðnum áður, tá hópurin verður úttikin mánadagin.

Hoyr samrøðu við hjálparvenjaran á føroyska A-landsliðnum við monnum greiða frá um fyrireikingarnar til Baltic Cup og tilgongdina til landsliðsúttøkuna mánadagin her: