Elias Ellefsen á Skipagøtu varð toppskjútti í triðja evropeiska dystinum á rað, tá ið Kiel vann 35-24 móti Melsungen. Hoyvíkingurin skoraði níggju mál, átta av teimum í fyrra hálvleiki, og var sum vant við í uppspælinum til onnur mál hjá Kiel.
Elias á Skipagøtu lat seg ikki steðga, hóast Melsungen royndi at verja tætt, og spælskiparin var við til at tryggja liðnum ein greiðan sigur.
Kiel tryggjaði sær fyrsta pláss í sínum bólki í European League við stórsigrinum móti oddaliðnum í Bundesliguni.
Elias vísti í kvøld at hann er um at finna á rætta lagið, áðrenn týðandi landsdystir móti Niðurlondum seinni í mars.