Nýggi deildarstjórin á Maritime Rescue Coordination Centre, MRCC, nú settur. Tað er 50 ára gamli Elias Zachariassen, sum tekur við sum deildarstjóri á MRCC, sum er deild á Vørn.
Elias er útbúgvin skipsførari á Vinnuháskúlanum í 2001 og er í løtuni í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu á Glasi. Harumframt hevur hann prógv sum vinnukavari, slangukavari og On Scene Coordinator, umframt Maritim Miljøuddannelse for teknikere frá donsku sjóverjuni.
Síðan 2002 hevur Elias arbeitt sum yvirmaður á skipunum hjá Vørn. Hann hevur verið yvirstýrimaður síðan 2008 og skipari síðan 2019.
Elias Zachariassen byrjar í starvinum 1. mai 2025. Hann avloysir Edvard Bjarnason, ið hevur verið deildarstjóri síðani 2012.