Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs vóru handaðar nú seint seinnarpartin í Müllers Pakkhúsi.
Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býraðs varð latin Elini Michelsen fyri trýverkið Rimarúmið, Vanvarði og Feigdarfræ.
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir varð latin Andrassi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir Føroyinga í hámiðøld.
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkide.
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik varð latin Dagmar Joensen Næs fyri hennara heimildarsendingar.
Um mentanarvirðislønirnar
Ein fimmmannanevnd við umboðum úr býráðnum, Fróðskaparsetrinum og Rithøvundafelagnum avger, hvør fær tær tríggjar Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Tær tríggjar Virðisløninirnar eru fyri fyri fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik.
Nevndin hevur heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir ella at lata onga. Virðislønirnar eru í løtuni 35.000 kr. hvør. Tórshavnar býráð ásetur virðislønarupphæddirnar.
Um Barnamentanarheiðurslønina
Ein fimmmannanevnd ger av, hvør fær Barnamentanarheiðurslønina. Í nevndini sita umboð fyri býráðið, Býarbókasavnið og skúlabókavørðarnar í kommunalu skúlunum. Formaðurin í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði er formaður í nevndini.
Kommunan kann lata tvær virðislønir, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Mentamálanevndin ásetur virðislønarupphæddirnar, sum í løtuni eru 35.000 kr. hvør.