Stýrið fyri Dugna hevur sett Elin Ludvig sum nýggjan stjóra í Dugna.
Elin hevur drúgvar royndir innan arbeiðsmarknaðarøkið í Føroyum. Hon hevur verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum á deildini Arbeiðsbúgving í 10 ár, so hon kennir væl føroyska arbeiðsmarknaðarøkið, og til borgarar við ymsum skerjingum í arbeiðsførðinum, og hvussu teir kunnu hjálpast á leið fyri at fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin aftur.
Harafrat hevur Elin fleiri ára royndir sum sosialráðgevi í barnaverndartænastu og asyløkinum í Danmark.
Umframt útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði, hevur Elin eisini diplomútbúgving í leiðslu.
Hedvig Johansdóttir Høgnesen var stjóri í Dugna í 10 ár, men gavst, tá hon gjørdist aðalskrivari í Barnabata fyrr í ár.
Áhugin fyri starvinum var stórur. 28 fólk søktu starvið.
Elin Ludvig tekur við starvinum 1. august..