Elisabeth Holm, adjunktur í føroyskum mál á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, er í uppskoti at fáa BAAL bókaheiðurslønina fyri bókina Migration, Adult Language Learning and Multilingualism: Critical Sociolinguistics Research with New Speakers of Faroese. Bókin er ein av fýra, sum kunnu vinna heiðurslønina, ið verður latin á heysti.
Tá Elisabeth Holm í 2021 verjaði sína ph.d.-ritgerð á Heriot-Watt University í ringastu koronutíð, vísti metingarnevndin á, at tilfarið hevði sera stóran fakligan týdning. Hetta førdi til bókaverkið, sum nú hevur fingið altjóða viðurkenning.
BAAL bókaheiðurslønini, sum stendur fyri British Association for Applied Linguistics, verður latin fyri framúrskarandi bók á nýtslumálvísindaliga økinum.
Eisini hevur Elisabeth Holm júst fingið ein granskingarstuðul upp á eina millión krónur frá Granskingarráðnum, sum umsitir fæið í Frítíðargrunninum. Verkætlanin kallast Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður og við stuðlinum kann hon nú fara í verki.