Elisabeth og Líggjas vunnu gull

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Elisabeth Erlendsdóttir vann sítt annað gullmerki sum einstaklingur, tá ið hon svam 200 metrar ryggsvimjing við tíðini 2.14,97.

Líggjas Joensen vann eisin gull og seitti oyggjaleikamet í 800 metrar frísvimjing við tíðini 7.59,67. Silas Dam Lindberg vann bronsu.

Umframt gullmerkini, fekk Alisa Vestergård bronsu í 50 metrar frísvimjing, og Bartal Erlingsson Eidesgaard vann eisini bronsu og setti nýtt føroyskt met á 100 metra frísvimjing við tíðini 49.27.

Í stefettunum varð tað til trý silvurmerki hjá svimjarunum í kvøld. Talan var um 4X100 metrar frísvimjing hjá kvinnum, 4X100 metrar blanda svimjing hjá monnum, og 4X50 metrar blandað svimjing fyri blandað lið.