Á forsíðuni verður sagt farvæl við ein av litríkastu dómarunum í føroyskari fótbóltssøgu. Petur Reinert er blivin 45 ára gamal og leygardagin takkar hann fyri seg, tá hann dømir dystin millum AB og 07 Vestur.
– Hjá mær er tað kropsligi parturin, sum bilar. Eg eri 45 ára gamal og tími ikki at liva tað lívið, sum skal til at halda fram í nøkur ár afturat. Eg havi givið mítt seinasta reyða kort, sigur Petur Reinert í samrøðu í blaðnum.
Ellivu hevur eisini hitt Nemus N. Djurhuus, Birgir Sondum og Eiler Rasmussen til eitt stuttligt prát við nógvum røvarasøgum. ”Nemus? So eri je í Mimir”? Hevur tú hoyrt hasa fyrr, so fært tú røttu útgávuna í blaðnum.
Sveinur Tróndarson hevur kavað niður í roknskapirnar hjá føroysku feløgunum. Fleiri teirra sigla vandasjógv. Niðurstøðan er, at føroyskur fótbóltur má kollveltast. Vit byrja kjakið í blaðnum, har formenn, forseti og grannskoðari siga sína meining.
– Úrslitini seinastu árini tala sítt týðiliga mál, og eftir mínum tykki verður tað í longdini til skaða fyri føroyskan fótbólt sum heild, at allir evropeisku pengarnir enda í somu kassum hvørt ár, sigur Finnbjørn Zachariasen, statsautoriseraður grannskoðari, sum eisini hevur verið fótbóltsspælari.
Tað verður eisini leitað 25 ár aftur í tíðina til 1998. Aftur til rokið í mjørkanum móti Kekkia og spyrja, hvar eru teir nú? Vit fara eisini við Emili L. Jacobsen til Estlands. ”Tapið í Tallinn” er søgan um ein ræðudyst við útvísing og stórtapi.
Hugt verður eisini nærri at útisetunum, VAR og U21-landsliðnum. Ungu spælararnir at hava eyguni við eru Teresa Jacobsen úr HB og Ari í Haraldsstovu Petersen úr 07 Vestur. Súni Fríði Johannesen hugleiðir um ein hendingaríkan túr til Eiðis í 1992 og Jákup Mikkelsen velur sínar bestu 11.