Ein veljara kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, nú kommunuvalið nærkast, vísir at býráðið í Tórshavnar Kommunu verður nógv meira samansett enn tað hevur verið seinnu árini.
Kanningin vísir, at seks listar fáa umboð í býráðið. Tjóðveldi fær flestar atkvøður við 21,8 prosentum av atkvøðunum, meðan Javnaðarflokkurin við Heðini Mortensen á odda missir støðuna, sum nógv tann størsti flokkurin í býráðum. Hann stendur til at fáa 20,2 prosent av atkvøðunum.
Veljarakanningin gevur hetta úrslit
- Tjóðveldi 21, 8 %
- Javnaðarflokkurin 20,2%
- Fólkaflokkurin 14,7%
- Sambandsflokkurin 13,5%
- Kommunulistin 13,5 %
- Borgaralistin 6,4 %
- Framsókn 6,1 %
- Miðflokkurin 2,7 %
Býtið av býráðssessum
- Tjóðveldi: 3 býráðslimir
- Javnaðarflokkurin: 3 býráðslimir
- Fólkaflokkurin: 2 býráðslimir
- Sambandsflokkurin: 2 býráðslimir
- Kommunulistin: 2 býráðslimir
- Borgaralistin: 1 býráðslim
- Framsókn : Ongan býráðslim
- Miðflokkurin: Ongan býráðslim
Tað er tó sera tætt millum Borgaralistan og Framsókn, so her er óvissan stór. Kanningin vísir, at heili 26,9 prosent av veljarunum ikki hava tikið støðu enn.
Hesi kom í býráðið
Veljarakanningin setir eisini navn á tey, sum koma í býráðið. Tey eru hesi:
- Elsa Berg, Tjóðveldi
- Hildur Eyðunsdóttir, Tjóðveldi
- Annita á Fríðriksmørg, Tjóðveldi
- Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin
- Elin Heðinsdóttir Joensen, Javnaðarflokkurin
- Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
- Høgni Vilhelmsen, Fólkaflokkurin
- Birgir Nielsen, Fólkaflokkurin
- Annfinn Brekkstein, Sambandsflokkurin
- Jóhan Petur Johannesen, Sambandsflokkurin
- Tróndur Sigurðsson, Kommunulistin
- Kári Johannesen, Kommunulistin
- Jóhan Simonsen, Borgaralistin
Tað er tó tætt millum valevnini á fleiri listum, so listin omanfyri skal takast við fyrivarni.
Onnur sum sambært veljarakanningin hava møguleika at koma í býráðið eru Heidi Lava Elgeirsdóttir og Anja Maria Hammer Weyhe fyri Tjóðveldi, Barbara Gaardlykke Apol og Berg Robert Dam Jensen fyri Javnaðarflokkin, Runi Reginsson Hammer og Astrið Breckmann fyri fólkaflokkin. Um Framsókn megnar at fáa umboð, vísir kanningin greitt, at tað verður Nikolaj Falck, sum verður valdur.