,

Elsbet Magnus­sen verð­ur kommunu­stjóri á Toft­um

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Nes kommuna, sum á vári í fjør tók við býarheiti, fær kommunustjóra í tí nýggja árinum. Býráðið í Nes kommunu samtykti á fundi í farnu viku at umskipa kommunuskrivarastarvið soleiðis at Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunuskrivari, verður kommunustjóri frá 1. januar 2025 at rokna.

Elsbet E. Magnussen, ið hevur verið kommunuskrivari í Nes kommunu síðan 1. juni 2021, hevur drúgvar arbeiðsroyndir í kommunalum høpi. Hon tók skrivstovuútbúgving hjá Nes kommunu, og er útbúgvin BA og MSc í politikki og umsiting frá Fróðskaparsetri Føroya.

“Seinastu árini hevur verið sera stórur fólkavøkstur í Nes kommunu,” staðfestir Súni í Hjøllum, borgarstjóri. “Tann 1. januar 2020 búðu 1.338 fólk í kommununi, meðan talið í november 2024 er komið upp á 1.585. Á vári 2023 tók kommunan við býarheiti, og vøksturin í fólkatalinum heldur fram. Tað hevur verið sera nógv bygging, bæði av íbúðum og sethúsum, og enn fleiri stórar verkætlanir eru fyri framman. So tað er sjón fyri søgn at Nes kommuna, eftir stuttari tíð, hevur ment seg frá at vera ein bygdarkommuna til at vera ein býarkommuna.”

Umsitingin á skrivstovuni hevur sum vera man eisini verið í broyting.

“Vøksturin og menningin hava borið við sær bæði økt og meira krevjandi virksemi, og umsitingin hevur fingið bæði fleiri og fjølbroyttari uppgávur,” sigur borgarstjórin.

Á heysti í 2023 varð umsitingin á teknisku deild umskipað og økt við einum starvsfólki, tá ið nýggjur tekniskur leiðari varð settur.

“Nú kommunuskrivarin í Nes kommunu hevur fingið enn fleiri leiðslukendar uppgávur, heldur býráðið tað vera rætt at umskipa kommunuskrivarastarvið til kommunustjóra,” leggur Súni í Hjøllum afturat.

“Bygnaðarliga broytingin kemur at hava við sær greiðari mannagongdir, bæði fakliga og fyristingarliga. Uppgávan sum kommunustjóri í Nes kommunu er avbjóðandi og spennandi.”

Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum, og verður leiðari fyri umsitingina, beint undir borgar­stjóranum. Við bygnaðarbroytingini fær borgarstjórin eisini betri tíð til yvirskipaða fyristingarliga leiðslu og samskipan.

“Hetta er alneyðugt til tess at skipa kommununa trygt og dygt inn í framtíðina til gagns fyri einstaka borgaran og vinnulívið í kommununi,” sigur borgarstjórin, “eins og at skapa karmarnar fyri einum góðum arbeiðsplássi hjá teimum teimum mongu sum starvast í umsitingini og á stovnunum undir kommununi.”

Aftan á 1. januar starvast sostatt sjey fólk á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu: borgarstjórin, kommunustjórin, eitt skrivstovufólk, ein bókhaldari, fíggjarleiðarin, tekniski leiðarin og eitt tekniskt starvsfólk.