,

Elsta fótbóltsfelagið í Brazil fyllir 123 ár

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 19. juli 1900 møttust nakrir týskir, bretskir og portugisiskir tilflytarar á Germania Club í Rio Grande fyri hátíðarhalda 25-ára føðingardagin hjá týskaranum Johannes Christian Moritz Minnemann. Undir føðingardegnum stovnaðu teir Sport Club Rio Grande, sum er elsta virkna fótbóltsfelag í Brazil.

Fótbóltsspælið fekk fastatøkur í Brazil í 1894, tá hin í São Paulo-føddi Charles Miller kom aftur frá skúla í Onglandi, har hann hevði lært at spæla fótbólt. Charles Miller hevði skotskan pápa og enska mammu, sum vóru flutt til Brazil. Um 10-ára gamal varð Charles sendur aftur til Onglands fyri at ganga í kostskúla í Southampton, og eitt lítið áratíggju seinni, tá tíðin var komin til at flyta aftur til foreldrini í Brazil, var hann ein av bestu og ágrýtnastu leikarunum í býnum. 

Soleiðis skrivaði Southampton Observer 24. september í 1894: “Vit høvdu vónað, at Charles Miller, tann gløggi vinstri vongurin frá Banister Court School, eisini ætlaði at hjálpa liði sínum hetta kappingarárið, men eftir tí, sum eg havi frætt, verður dysturin í dag hansara síðsti í Onglandi. Komandi fríggjadag fer hann aftur til Suðuramerika. Vit koma veruliga til at sakna henda dugnaliga og virkna leikara. Mína og lesarans vegna ynski eg honum eina góða ferð og góða eydnu í nýggja heimlandinum.”

Tá dampskipið S/S Magdalena legði at bryggju í Santos, hevði Charles Miller 2 leðurbóltar við sær, fótbóltslógina frá enska fótbóltssambandinum og eina bóltpumpu. Fótbóltsspælið gjørdist beinanvegin væl umtókt í São Paulo. Tann ungi bretin stovnaði fyrsta fótbóltsliðið í landinum, eitt firmalið frá São Paulo Railway Company, har pápi hansara arbeiddi. Miller og viðføri hansara broyttu Brazil í allar ævir. Nøkur ítróttafelag vórðu stovnað stutt eftir, men tey høvdu eisini onnur ítriv á skránni, harímillum cricket umframt fótbólt.

Í endanum av 1890-árunum hevði fótbóltsspælið flutt seg suðureftir til býin Rio Grande í brasilska landslutinum Rio Grande do Sul, har Minnemann og hansara vinmenn stovnaðu fyrsta felagið í Brazil, sum einans halgaði seg til fótbóltsspælið. Við 22 limum byrjaði felagið við at deila seg í tvey lið fyri at spæla innanhýsis venjingardystir. Teir spældu ikki ímóti nøkrum øðrum felagi fyrr enn mai 1901, tá teir møttu einum liði av enskum sjómonnum og vunnu 2-1.

Rio Grande er eitt yrkisfelag og spælir Campeonato Gaúcho, sum er ein økisdeild í Rio Grande Do Sul. Liðið vann Campeonato Gaúcho í 1936 og tað er framvegis besta úrslit felagsins. Eftir seinna heimsbardaga komu verri tíðir og í dag spælir Rio Grande í Campeonato Gaúcho Série B. Rio Grande spælir heimadystirnar á Estádio Arthur Lawson, sum rúmar 5.000 áskoðarum og varð tikið í nýtslu tann 31. august 1985.

Almenni brasilski fótbóltsdagurin verður hátíðarhildin tann 19. juli til heiðurs fyri Sport Club Rio Grande sum verandi elsta fótbóltsfelag í Brazil.