Elveitingin norður um fjall styrkt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Elveitingin norður um Fjall er nú munandi styrkt við nýggju tunlunum, sum lótu fyru jól. Tunlarnir hava gjørt tað møguligt hjá SEV at dagføra elnetið munandi.

Í samband við, at nýggju tunlarnir komu, varð sløkt fyri søguligari loftlinju hjá SEV, sum hevur veitt streym til økið gjøgnum loftlinjur. Vegna veður og vind hava hesar linjur kravt nógv viðlíkahald. Men nú verður streymurin fluttur gjøgnum kaðalar, sum eru lagdir í tunlarnar, og umleið 18 km av elkaðali eru lagdir ígjøgnum og millum tunlarnar.

Orkutørvurin í økinum er nógv øktur seinastu árini, millum annað við smoltstøð á Viðareiði, so tørvur hevur leingi verið á at dagføra elveitingina. Hetta arbeiði er nú framtíðartryggjað fleiri ár fram.

Ein av teimum mest eyðkendu linjunum, Depilslinjan, sum hevur veitt streym í 30 ár, er nú tikin úr rakstri. Hallur Biskopstø, installatørur og serfrøðingur hjá SEV, fekk heiðurin at sløkkja linjuna endaliga.

Kaðlarnir hava fleiri fyrimunir framum linjur, tí teir eru betur vardir móti ódnarveðri og kulda. Umvælingar eru eisini lættari at gera, tí atkomuligt er betur við kaðlunum. Nýggju 60 kV kaðlarnir veita orku til alt økið norðanfyri Klaksvík og til stóra vinnuvirksemið í økinum. Við nýggju tunlunum eru eisini væntanir til bústaðarvøkstur í økinum, og orkuførið er eisini økt og framtíðartryggjað.


Á myndini sløkkur Hallur Biskopstø Depilslinjuna endaliga