EM-atgongumerki seld eftir lítlari løtu – Atlantic hevði tekniskar trupulleikar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sum væntað, so vóru øll føroysku atgongumerkini til EM-endaspælið í manshondbólti í Oslo í januar næsta ár seld eftir lítlari løtu, og heilt nógv fingu eingi atgongumerki.

Skipanin argaði eitt sindur, og hóast tað sá út til at nøkur atgongumerki vóru eftir, so vóru tey longu horvin sum døgg fyri sól, tá ið trýst var á tøku plássini.

Sjálv heimasíðan hjá hondbóltssambandinum var niðri eina góða løtu. Men umvegis Facebooksíðuna hjá HSF bar til at koma inn í bíleggingarskipanina.

Hondbóltssambandi sigur, at nøkur atgongumerki vera møguliga til sølu 16. septembur, um hini londini í bólkinumikki selja øll síni atgongumerki.

Verða onnur atgongumerki tøk, sum rættindahavarar, stuðlar og onnur ikki brúka, verða hesi til sølu 15. oktobur.


Atlantic Airways skuldi eisini selja ferðaseðlar til Oslo beinleiðis úr Føroyum til EM-endaspælið. Men orsaka av tekniskum trupulleikum er flogferðasølan útsett.

Atlantic skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

– SØLAN TIL OSLO SEINKAÐ! Orsakað av tekniskum trupulleikum, er sølan av flogferðaseðlum til EM-endaspælið í Oslo útsett. Vit boða frá her á heimasíðuni og á okkara Facebook-vanga, so skjótt sølan byrjar. Vinaliga haldið okkum til góðar.