Mikudagin, 17. mai, klokkan 12, verða føroysku EM-atgongumerkini sett til sølu.
Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at í fyrstu atløgu verður tað bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki.
– Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Dagsatgongumerki koma fyrst til sølu 31. Mai, skrivar hsf.fo.
Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum eru hesir:
Hósdagin 11. januar: Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar: Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar: Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg
Leinkja verður løgd út
Mikudagin klokkan 12 verður ein leinkja løgd út á heimasíðuna og Facebook-vangan hjá Hondbóltssambandinum – saman við einari kotu.
– Við at trýsta á leinkjuna og hareftir kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Talan er um atgongumerki í sektión 218 (purpur), 219 (gul), 406 (blá), 407 (blá) og 408 (reyð). Hartil sita føroyingar eisini í sektión 104, 201, 217, og 220. Hesi seinnu eru atgongumerki, sum eru farin til ferðaskrivstovur og onnur, skrivar Hondbóltssambandið.
(Greinin heldur fram undir myndini)

Hondbóltssambandið hevur arbeitt fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt. Fyrst vóru beint yvir 1.000 atgongumerki tryggjaði føroyingum, men nú er talið væl omanfyri 2.200 atgongumerki.
– Umframt hesi atgongumerkini, so ber til at keypa atgongumerki gjøgnum heimasíðuna hjá EHF, men tá er tað ikki saman við føroysku áskoðarunum, sigur aðalskrivarin í HSF, Ári Rouch, við miðlar.fo.
Leinkjan er HER.