Føroyar verða vertir fyri EM í dart í 2026. Evropeisku londini í World Darts Federation atkvøddu sunnudagin, og valið fall á Føroyar.
EM í dart verður uttan iva eitt tað størsta ítróttatiltakið, sum hevur verið Føroyum, sæð burtur frá Oyggjaleikum. 76 lond eru limir í World Darts Federation, 45 úr Evropa. Vanliga er umleið 40 lond við í EM, og talið av leikarum verður umleið 300.
Kappingin er fyri landslið, og liðini eru mannað av fýra monnum og fýra kvinnum, sum spæla í fýra dagar. Liðini kappast í einmansleiki, tvímansleiki og liðkapping.
EM-kappingin verður í høllini við Tjarnir, sum er ein av fáu høllunum í Føroyum, ið kann hýsa einum so stórum tiltakið. Samtakið Gist og Vist skal veita luttakarum innivist og mat.
Dartsamband Føroya hevur fingið fullan stuðul frá ÍSF til at bjóða seg fram sum vertur, og Visit Faroe Islands hevur verið ein týdningarmikil samstarvsfelagi at gera tilboðið til World Darts Federation.
Í sambandi við EM-kappingina verður aðalfundurin hjá World Darts Federation 2026 hildin í Føroyum. Tilsamans koma millum 400 og 500 útlendskir leikarar, venjarar og nevndarlimir koma til Føroya.
Finaludagurin verður skipaður sum eitt stórt alment tiltak, har allir føroyingar sleppa at síggja dart á hægsta stigi.
WDF Europe Cup, sum kappingin eitur, verður í Føroyum í døgunum 29. septembeu til 3. oktobur 2026.
Á myndini: Fyrireikingarbólkurin hjá Dartsambandinum var í morgun og hugdi at umstøðunum í Stórhøllini við Tjarnir. Fv: Jens Albert Simonsen, Annfinn Hjaltalin, Uni Árting.