Í morgun fleyg eitt fullsett flogfar hjá Atlantsflogi beinleiðis úr Vágum til Basel við okkara EM-kvinnum og viðhaldsfólki, sum fara at stuðla føroysku hondbóltskvinnunum á hesum søguliga túri.
Umframt leikarar og umboð fyri HSF, vóru eisini foreldur og familja, nógv kend andlit úr føroysku hondbóltsfamiljuni og miðlar við á ferðini.
Eftir hálvanannan tíma í luftini lendi EM-ferðalagið á Basel Mulhouse Freiburg-flogvøllinum, sum liggur á sjálvum markinum millum Sveis, Frakland og Týskland. Út úr flogfarstøðini vóru tríggjar útgongdir, ein til hvørt landið.
Her eru nakrar myndir frá flogferðini.