Emil Weihe Joensen fegnast um debutina – kann liva við javnleikinum
29.09.2026Í samrøðu við Trygva Absalonsen fegnast Emil Weihe Joensen um, at hann fekk debut á A-landsliðnum, har hann saman við Ároni Benjaminsen slapp á vøllin í 85. minutti. Emil kann liva við 1-1 javnleikinum móti Moldova, tí seinastu 30 minuttirnar vóru Føroyar undir leikligum stórum trýsti. Hann er tó vónríkur um eitt betri leikt avrik móti Slovakia á Tórsvølli um trý samdøgur.