Tú lurtar eftir

Endurhoyr hoyr yvirtíðardrama´ið KÍ-EB/Streymur 2-1

25.08.2024

Hoyr frásøgumannin hjá FM, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá málunum og drama´inum í yvirtíðini, tá KÍ við níggju monnum móti 11 vann 2-1 á EB/Streymi í Klaksvík. EB/Streymur fekk sera óheppið kolldømt eitt sigursmál til 2-1, og løtu seinni var brotsspark til KÍ sum vann 2-1. Hoyr Eli taka samanum dystin. Eli staðfestir, at tað ber ongantíð til at avskriva KÍ. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við dagsins liðskipara hjá KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen sum slær fast, at teir í KÍ trúgva eisini upp á ein sigur, tá teir eru undirmannaðir. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen sum heldur, at EB/Streymur átti at fingið brotsspark í eini líknandi støðu áðrenn brotssparkið til KÍ: – Hetta er ótrúliga beiskt. Staðfestir Sigfríður. Nýggj mynd: Trygvi Absalonsen.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Eli: – Eingir skaðar í hópinum

Landsliðið hevði sína fyrstu venjing í gjár, og í dag var onnur venjing á skránni hjá landsliðnum. Nakrir spæl…

14.06.2023
07/Vestur – KÍ: Mál og samrøður

07-Vestur-Kí – 0-1 mál – Sjálvmál (14min)07-Vestur-Kí – 0-2 mál – Árni Fredriksberg (40min).mp307-Vestur-Kí – …

21.05.2023
Formennirnir í HB og KÍ ætla sær báðir trý stig í dag

Hoyr undansamrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við formennirnar hjá HB og KÍ, Ransin N. Djurhuus og Tummas Lervig…

14.05.2023
Løgmanssteypið: AB-FC Suðuroy 1-0 (0-0) – Hoyr sigursmálið AB skoraði í yvirtíðini, og hoyr samrøður við: Trónd á Høvdanum hjá AB og Pætur Augustinussen hjá FC Suðuroy

Sensasjónin hekk í luftini til AB fekk eitt brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Hoyr frásøgumannin,…

22.04.2023
Løgmanssteypið: Skála-B71 3-1 (0-0) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøðu við Ara Ellingsgaard hjá Skála

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum fýra málunum, ið komu í 3-1 sigrinum hjá Skála á B71 und…

21.04.2023
Løgmanssteypið: Víkingur-HB 1-2 (1-1 – 0-1) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við: Sølva Vatnhamar hjá Víkingi og Viljorm Davidsen hjá HB

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, ið k…

21.04.2023
Jákup Mortensen og Hans Jørgen Djurhuus (Viðgera 1. Umfar og meta um 1. Umfar Løgmansteypið)

Jákup Mortensen og Hans Jørgen Djurhuus vóru gestir hjá Agnari Prestá og umrøddu í høvuðsheitinum 6. Umfar í B…

17.04.2023